Faroe Ship stuðlar langhylinum

Tíðindaskriv frá Grunninum Pálshøll

Í dag hava Faroe Ship og Grunnurin Pálshøll undirskrivað stuðulsavtalu, sum inniber, at Faroe Ship verður millum stóru stuðlarnir hjá langhylinum í Vági.

John Henrik Holm frá Grunninum Pálshøll fegnast um at tær stóru fyritøkurnar í landinum hava áhugað í at stuðla hesari verkætlanini, sum fer at gerast eitt stórt aktiv bæði fyri Suðuroynna og landið sum heild.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship sigur, at tey halda talan verða um eina spennandi og heldur óvanliga verkætlan, sum jú fevnir um bæði 50 m. svimjihyl, barnahyl og vælverudepli. Hetta hevur eisini ført við sær, at Faroe Ship er vorðin partur av verkætlanini, sigur Jóhanna á Bergi.

Í vikuni verður farið undir at seta sjálvan svimjihylin upp í langhylinum á Oyrunum í Vági.

Um Faroe Ship
Faroe Ship varð í 1919 stovnað undir navninum Skipafelag Føroya. Í 2004 løgdu Skipafelag Føroya og Eimskip saman. Síðani 2006 hevur felagið í Føroyum virkað undir navninum Faroe Ship. Virksemi hjá Faroe Ship fevnir um sjóvegis flutning uttan úr heimi og út í heim, umframt farmaflutning innanoyggja í Føroyum, skundflutning sjó- og luftvegis, goymslutænastur v.m.

Á heimasíðuni www.svimjihollin.com kann fylgjast við byggingini av langhylinum og vælverudeplinum í Vági.

Grunnurin Pálshøll

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.