Mie Ø. Nielsen 28.43 og nýtt norðurlendskt met í 50 rygg

Mie Ø. Nielsen setti í kvøld nýtt norðurlendskt met í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon á Skagerrak Swim stevnuni í Kristiansand í Noregi svam teinin uppá 28.43 sekund. Hon átti sjálv norðurlendska metið, sum var 28.51 frá tá ið hon vann gull á evropeisku juniormeistarastevnuni í Antwerpen í 2012.

Ger viðmerking