Óli og Marius gull og bronsa í 1500 á RIG 2014, Cecilia gull í 800

Teir báðir Óli Mortensen og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag megnaðu í dag at vinna sær gull- og bronsuheiðursmerki á Reykjavík International Games 2014, tá ið teir í 1500 metra frísvimjing svumu teinin uppá ávikavist 16:23.73 og 17:24.17. Og Cecilia Eysturdal úr Ægir vann heldur óvæntað gull í 800 metra frísvimjing, tá ið hon við tíðini 9:21.85 vann á annars klára favorittinum Inga Elin Cryer.

(Óli og Marius á heiðursmerkjapallinum í Reykjavík)

Hetta var í beinleiðis finalu, meðan aðrir svimjarar á styttri teinunum svumu seg víðari til finalur í morgin. Beinta P. Debes er við tíðini 34.54 víðari til B-finalu í 50 metra ryggsvimjing, Markus Joensen í A-finalu í 50 firvald við tíðini 27.12, Marius Gardshodn í B-finalu í somu grein við 28.23, Markus eisini í A-finalu í 50 frí við tíðini 25.39 og Janus Eystberg her í B-finalu við 26.95, og Lív Eidesgaard við tíðini 28.83 í A-finalu í 50 frí.

Sí úrslitini her á aegir.is

(Cecilia ovast á pallinum í Reykjavík)

One thought on “Óli og Marius gull og bronsa í 1500 á RIG 2014, Cecilia gull í 800”

  1. Sera flott, og taktiskt. Negativt split við 1 sek.
    Frekvens á bert 36, boðar kanska frá at hon hevur eini 8-10 sek. ella meira í sær seinni í ár, um hon venur seg við frekvens 42-44 í tempovenjingini. Hon var bert 3 sek. frá føroyska metinum hjá Monu Simonsen úr Susvim.
    Tað er so frá 2007, og uppá tíðina at onkur ger okkurt við tað, men okur vilja fegin at tað er onkur úr Susvim ið ger tað 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.