Stórur hópur til Íslands at venja og luttaka á RIG 2014

Sum tit kunnu lesa her á Facebook-síðuni hjá Svimjisambandi Føroya, so fer eitt stórt ferðalið av føroyskum svimjarum, venjarum og leiðarum til Íslands nú fríggjamorgunin 10. januar, at venja á langgeil, og flestu av teimum eisini luttaka á Reykjavík International Games 2014 hin 17. til 19. januar 2014.



Svimjararnir eru

Gentur

  • Maria Antoft (HS)
  • Beinta P. Debes (HS)
  • Lív E. Eidesgaard (HS)
  • Vár E. Eidesgaard (HS)
  • Herborg Jacobsen (HS)
  • Lena S. Rannváardóttir (HS)
  • Sigrið Solveig á Torvlaðnum (HS)
  • Cecilia W. Eysturdal (Ægir)

Dreingir

  • Rói Bech (SuSvim)
  • Marius Garðshodn (HS)
  • Johan Hofgaard (HS)
  • Janus E. Hofgaard (HS)
  • Rani Jacobsen (SuSvim)
  • Eyðbjørn Joensen (SuSvim)
  • Hugin Næs Lave (SuSvim)
  • Óli Mortensen (HS)
  • Birni Sigvardsen (HS)

Harafturat Niels Nattestad, ið verður við hetta fyrsta vikuskiftið. Venjarar verða Jón Bjarnason og Kristian Martin Joensen, og leiðarar Finnbjørg Nattestad og Annika Næs Johannesen.

Ferðaliðið kemur heim aftur mánadagin hin 20. januar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.