ÍSF avnoktar lut í “Ársins føroyska ítróttarnavn 2013”

Ja, tit kenna væl øll rokið, nú ítróttaráhugað um alt landið hava kjakast hesar seinastu sjey dagarnar, um hví Livar Nysted og Rebekka Dahl ikki vórðu tilnevnd til “Ársins føroyska ítróttarnavn 2013”, og um nú havrógving og/ella talv er ítróttur.

Forseti ÍSF avnoktaði so fyrrakvøldið her á isf.fo, at ÍSF átti nakran lut í tilnevningini. “Dómsnevndin, sum útnevndi tey fimm ítróttafólkini, varð ikki sett av ÍSF, men av teimum, ið fyriskipaðu nýggjarssendingini. Fyriskipararnir løgdu eisini upp til, hvussu mannagongdin skuldi vera. Tí hevur útnevningin av teimum fimm als einki við Ítróttasamband Føroya at gera.”

Eftir drúgva umhugsan vil eg tí her vegna svimjing.com biðja um treytaleysa umbering, fyri at eg stuðlaði upp undir hasum tiltakinum, við grein her á heimasíðuni og áminning á Facebook.

Tað vardi meg ikki, at dómsnevndin ikki virkaði vegna ÍSF, tá ið trý av teimum fýra í reklamuni fyri tiltakinum vórðu presenterað sum “ÍSF forseti”, “føroyskt umboð í oyggjaleikanevndini” og “umboð fyri ítróttarfólkini”. Hóast eg haldi meg hava fylgt rættiliga væl við tiltakinum, so sá eg onga rættleiðing fyrr enn nú fyrrakvøldið, og eg haldi meg ána at eisini partar av ÍSF sóu tað ørvísi, tá ið tað varð lýst við tiltakinum á Facebook-síðuni hjá ÍSF.

Meira grunnleggjandi, so er tað snøgt sagt ørkymlandi, at fyrrverandi og núverandi ÍSF forsetar valdu at taka ÍSF burtur úr tiltakinum, og avgreiða tað sum privatpersónar, tá ið tað burdi verið líkatil hjá teimum at umboða felagsskapin í kraft av sínum titlum, ella við eini handavending at fáa uppbakning til at virka vegna okkum øll. Tí tað er væl ikki bara eg sum havi saknað eitt sovorðið tiltak, til at heiðra okkara bestu ítróttarfólkum.

Um eg hevði vitað av at ÍSF ikki vildi vera partur av tiltakinum, ella at teir báðir nú- og fyrrverandi forsetar av sínum eintingum hildu ÍSF uttanfyri, ella hvussu hatta nú hongur saman, so hevði eg nokk enn (vegna svimjing.com) lýst við tiltakinum, við onkrum teksti um hvussu ÍSF ikki var offisiellur partur av tiltakinum.

Eg vil her at enda heita á Ítróttasamband Føroya, at umhugsa at bakka upp um eitt sovorðið tiltak, um nakar fæst at skipa fyri tí eina aðru ferð.

Vegna svimjing.com

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.