Føroyski startlistin til dag 3 á EM í Herning 2013

Í morgun eru tað aftur tær báðar Birita Debes og Astrið Foldarskarð úr Rituvík, Birita fyrst í 50 rygg og seinni Astrið í 100 firvald. Síðani skal Óli Mortensen royna seg í fyrru riðlunum í 1500 frí, og seinnapartin er tað so Pál Joensen umleið klokkan 15.30 føroyska tíð, í finalu í 1500 frí.

DSC04478

50 rygg kvinnur
Birita Debes í riðli 4 geil 9
Birita eigur føroyska metið á 28.51 frá HM í Istanbul í 2012

100 firvald kvinnur
Astrið Foldarskarð í riðli 1 geil 8
Poula Ø. Mohr eigur føroyska metið á 1:01.93 frá HS-stevnu í apríl 2013
Besta tíð hjá Astrið er 1:05.07 frá FM 2012

1500 frí menn
Óli Mortensen í riðli 1 geil 3
Pál í finaluni seinnapart, geil 6
Pál eigur føroyska metið á 14:32.15 frá World Cup í Berlin 2009
Pál eigur eisini føroyska juniormetið á 14:39.99 frá EM í Rijeka í 2008

Ger viðmerking