Pál og Magnus gull aftur í dag á eysturdonsku meistarastevnuni á stuttgeil

Pál Joensen tryggjaði føroyingum greipuna í 1500 metra frísvimjing á donsku regiónsmeistarastevnunum, tá ið hann á Østdanske Kortbanemesterskaber í Farum svam teinin uppá 15:00.85, har Alvi Hjelm hevði vunnið tilsvarandi teinin í Århus. Pál hevur fyrr svomið teinin væl skjótari enn tað – ávíkavist 14:32.15 í superdrakt og 14:36.93 uttan – men tað er so tað. Hann er í tungari venjing.

DML2013-Magnus-Pal

(Jákup Jacobsen eigur myndina, frá DM á langgeil í vár)

Magnus Jákupsson vann sær eisini gull, við tíðini 1:58.62 í 200 metra ryggsvimjing, trygt frammanfyri Anders Jensen á 2:01.54 og Kevin Witt Christensen á 2:04.67. Besta tíð hjá Magnusi er 1:57.33, frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í fjør. Magnus vann sær hartil saman við liði sínum Sigma silvur í 4×50 frí og síðani eisini silvur í 4×100 blandað. Í 4×50 frí svam Magnus sum fyrsti maður teinin uppá 22.96 sekund, har føroyska metið til samanberingar er (Pál) 23.19 frá Oyggjaleikum í 2009. Og í 4×100 blandað svam hann sum fyrsti maður 100 rygg uppá 54.55, har besta tíð hjá honum yvirhøvur er 52.42 frá donsku meistarastevnuni fyri lið í vár.

ØDMK2013-Magnus-medalja200rygg

Markus Joensen svam seg við tíðini 30.78 til eitt 12. pláss í 50 bringu, meðan Astrið Foldarskarð í 4×50 frí hjálpti VAT til eitt sjeyndapláss. Okkurt føroyskt úrslit burdi eisini verið frá finaluni í 200 blandað fyri menn, sum Markus í morgun kvalifiseraði seg til við fjórbestu tíð 2:10.05; men finaluúrslitið manglar har enn á livetiming.dk. Somuleiðis burdi okkurt úrslit verið hjá Magnusi frá finaluni í 100 firvald, har Magnus í innleiðandi í morgun svam næstbestu tíð 55.25.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.