Óli Mortensen 4:35.73 í 400 blandað á World Cup í Dubai

Óli Mortensen luttók í morgun í 400 metra blandaðari svimjing á World Cup stevnuni í Dubai, og varð hann har nummar 9 av teimum 19 sum svumu í veikaru riðlunum, ella 17 av 27 um vit longu nú telja finaluriðilin seinnapartin við. Tíðin var 4:35.73, sum er eitt sindur frá hansara bestu tíð á 4:30.51, frá stevnu í Klaksvík í november í fjør. Sí úrslitalistan her.

DSC00774

One thought on “Óli Mortensen 4:35.73 í 400 blandað á World Cup í Dubai”

  1. Norski Henrik Christiansen luttók eisini í 400 metra blandaðari svimjing, og varð hann har nummar 5 av teimum 19 í veikaru riðlunum, við tíðini 4:29.52. Henrik er javngamal við Óla, Alva, Markus og Eyðbjørn, og verður tí mest sannlíkt ein hin størsta hóttanin á komandi NJM í Tórshavn í desember.

    Henrik luttók løtu seinni eisini í innleiðandi 400 metra frísvimjing, og gjørdist hann har nummar 13 av teimum 35 luttakandi, harav 8 sluppu víðari í finalu. Tíðin var 3:53.59, í mun til bestu tíð 3:57.16 hjá Óla, 3:58.52 hjá Alva og 4:05.24 hjá Eyðbirni. Teir máttu svimja undir 3:48 fyri at sleppa í finalu í Dubai.

Ger viðmerking