Ruta Meilutyte 1:02.36 og nýtt heimsmet í 100 bringu

Litaviska Ruta Meilutyte setti fyri løtu síðani nýtt heimsmet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon á World Cup stevnuni í Moskva svam teinin uppá 1:02.36, har heimsmetið hjá amerikansku Rebeccu Soni frá Duel in the Pool stevnuni millum Evropa og USA afturi í desember 2009 var 1:02.70. Sostatt ein ófør betring av metinum sum hevur staðið síðani superdraktirnar tá afturi í 2009, og ein staðfesting av størstu hóttanini hjá heimabanafavorittinum Rikke Møller Pedersen tá ið EM verður í Herning nú um tveir mánaðir.

Ruta Meilutyte 100 breast WR at BCN2013

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.