64-ára gamla Diana Nyad svam úr Kuba til Florida

Fyristillið tykkum – 64 ára gamla Diana Nyad leyp einaferð leygardagin á bláman, og svam so í tveir dagar og tvær nætur, og so fýra tímar afturat, til at klára teinin úr Kuba til Key West í Florida. Hetta sum fyrsta menniskja nakrantíð í veruligari ‘opið vatn svimjing’, uttan drakt, uttan hávabúr og uttan nakrantíð at sleppa at styðja seg til nakað annað enn sjógvin. Einir 111 miles uppá 52 tímar, 54 minuttir og 18.6 sekund.

Hon hevur roynt tað fimm ferðir fyrr; fyrstu ferð fyri 35 árum síðani tá ið hon mátti gevast vegna keðiligt veður, og síðani seinastu fýra árini tá ið sum oftast mátti gevast vegna lammilsi av at verða stungin av eitrandi hvalspýggj. Hesuferð høvdu tey uppfunnið eina rímiliga klaustrofobiska loysn, har hon um náttina skuldi svimja í masku við serligum mundstykki, sum so aftur yvir tíð vísti seg at gnadda illa í salta sjónum. Ímóti endanum var hon so hovin um munnin og hálsinum av øllum saltinum, at læknarnir høvdu eyguni við tí. Og so køld at at hjálpararnir valdu at ikki geva hana nakað at eta, men heldur at biðja hana bara svimja seg heita.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.