3 heimsmet afturat sett í vikuskiftinum

Sunnudagin setti ungarska Katinka Hosszu fyrst nýtt heimsmet í 100 metra blandaðari svimjing, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á World Cup stevnuni í Berlin svam 57.45, har hennara heimsmet frá Eindhoven fyrr í vikuni var 57.50. Síðani setti hon í finaluni í 400 metra blandaðari svimjing nýtt heimsmet við tíðini 4:20.85, har heimsmetið hjá amerikansku Julia Smit frá 2009 var 4:21.04. Og so svam spanska Mireia Belmonte 400 frí uppá 3:54.52, har heimsmetið hjá fronsku Camille Muffat var 3:54.85. Hosszu setti sostatt 6 heimsmet uppá 5 dagar, og eigur nú øll heimsmetini á stuttgeil í blandaðari svimjing, meðan Belmonte setti 2 uppá 2 dagar, og eigur tey í 400 og 800 frí.

berlin2013-hosszu-100im-wr

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.