Trý heimsmet sett afturat í dag

Tað hevur ordiliga riggað hjá FINA at leggja World Cup stevnu so stutt eftir heimsmeistarastevnu, tí í kvøld vórðu trý heimsmet sett finalunum í Eindhoven, afturat tí hjá Katinka Hosszú í morgun. Suðurafrikanski Chad Le Clos svam 1:49.04 í 100 firvald har heimsmetið hjá Kaio Almeida frá 2009 var 1:49.11. Ungarska Katinka Hosszú trýsti heimsmetið í 200 blandað niður á 2:03.20 eftir at hava svomið 2:04.39 í morgun. Og niðurlendska Ranomi Kromowidjojo svam 23.24 í 50 frí, har heimsmetið hjá Marleen Veldhuis frá 2008 var 23.25.

DSC00978

Ein góð orsøk til at so gomul heimsmet so lættliga kunnu setast nú, er sjálvsagt at svimjararnir bera toppformin víðari frá HM í Barcelona. World Cup stevnurnar eru á stuttgeil og vanliga svomnar um veturin, tá ið svimjararnir ikki trappa niður uppá sama máta, sum til prestigufyltu stevnunum sum HM og EM á langgeil um summarið. Og tað var tí rættiliga snilt av FINA at leggja eina sovorðna stuttgeilastevnu beint við langgeila-HM, til at fáa strikað nøkur av teimum gomlu metunum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.