Poula 28.52 og nýtt føroyskt met í 50 firvald

Poula Øssurdóttir Mohr setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni í Barcelona svam teinin uppá 28.52 sekund. Hetta er stór betring av metinum í mun til tær 28.94 sum Astrið Foldarskarð svam á Danish Open í mars mánaða, og enn størri persónligt met hjá Poulu. Tíðin rakk til eitt 41. pláss av 60 luttakandi, sí úrslitalistan her.

DSC01029

One thought on “Poula 28.52 og nýtt føroyskt met í 50 firvald”

  1. Drew Gordon á Eurosport varnaðist at Poula andaði stutt áðrenn mál, sum eisini sæst á slow-motion myndini omanfyri:

    “…Nice little race. Four in a row in the same time. Heading up. The times going to the arrowhead of seeding. Head down. Hopefully nobody breathing – Argh, there is lane six, there taking a couple of breaths in the last five metres. Ossodotteer of Faroes…”

    James Parrack á Eurosport segði fylgjandi um Poulu, tá hann sá slow-motion myndirnar:

    “..There, you can see the finishes. She looked right across of the rest of the field. So relaxed with the hands. Again with a high recovery…”

Ger viðmerking