Barcelona 2013 fyrsta ‘sosiala’ HM, LIVE á netinum

FinaHM í Barcelona 2013 er nú byrjað við synkronsvimjing, opið vatn svimjing og lop av vippu, og vit síggja at tey koyra á við tí sum tey lovaðu, at hendan heimsmeistarastevna skuldi verða tað fyrsta veruliga ‘sosiala’ í søguni. FINA lovar eisini LIVE bloggu og dagligar samandráttir á FinaTV til einar 100 smærri svimjitjóðir. Listin umfatar ikki Føroyar, men eg síggi tað so her á Toftum.

Besides the Twitter account, #bcn2013, and the official Facebook page and Youtube channel, event organizers will provide specific twitter accounts for each aquatic sport, including swimming, synchronized swimming, diving, water polo, high diving and open water swimming

Oussama Mellouli vann 5K ‘opið vatn’ svimjing fyri menn



Her á FINA er eitt yvirlit yvir hvørja rás man kann hyggja at teimum 210 ymisku londunum, tíverri heldur ikki her umfatandi Føroyar. Um eg dugi at lesa tað rætt, so er tað fyrst og fremst Eurosport sum sendir í Evropa, og so til dømis eisini YLE í Finnlandi, SVT/TV4 í Svøríki og NRK í Noregi, men ikki nakað eyka í Danmark og so Føroyar slettis ikki listaðar.

Undirritaði ætlar so avgjørt at royna at fáa tykkum ljóð- og videotilfar heim, í tann mun sum tað verður møguligt. Men fylgið annars við til dømis á hasari YouTube-rásini hjá FINA og á hasari live blogguni, har er longu ymiskt spennandi.

Ger viðmerking