Súkklur – vélos

kmj_kaffitysturBartal Hestoy bloggar á venjingarlegu í Canet

Fyri at stytta um túrin yvir til svimjihøllina, hava vit leigað okkum súkklur. Tað framúr at súkkla her í Canét. Har er súkklubreyt allan vegin til hylin, og túrurin tekur einans einar 3 minuttir nú. Skjótt er eisini at súkkla oman til promenaduna, um ein er kaffitystur.

sukklur rygg

Nú merkist á svimjarum, eisini mær sjálvum, at størsta kappingin av árinum liggur fyri framma. Til venjingarnar eru sera øll fokuseraði, tí nú skal tann síðsta hondin leggjast á og alt skal fínpussast.

sukklur2

Tað er stórur munur at svimja í 50 metra hyli í mun til 25 metrar. Tá tú kemur beint frá 25 metra hyli til 50 metrar ivast tú onga løtu í, at okkurt er skeivt, hesin hylurin er í minsta lagið 100 metrar langur.

sukllararfois

Men nú vit hava vant í knapt eina viku her í Canét hava vit vant okkum við hylin. Enn eru níggju dagar til fyrstu svimjari fer í HM-hylin í Barcelona.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.