Pál og Magnus báðir bestu tíð í innleiðandi á DM 2013 í morgun

Pál og Magnus í BellahøjTeir báðir Pál Joensen og Magnus Jákupsson seta so avgjørt síni fingramerki á donsku meistarastevnuna á langgeil, nú teir aftur í morgun vóru skjótastir av øllum í sínum kappingum. Fyrst svam Pál 4:00.76 í innleiðandi riðlunum til 400 metra frísvimjing, har hin næstskjótasti svam 4:10.01, og síðani svam Magnus 57.67 í innleiðandi riðlunum til 100 metra ryggsvimjing, har hin næstskjótasti svam 59.21. Teir eru tí sjálvsagt víðari til finalu, seinnapartin, við góðum møguleika at vinna sær heiðursmerki.

Finalurnar byrja klokkan 17 danska tíð, sum er kl 16 her í Føroyum. Til ber at síggja finalurnar sum ‘live stream’ her á dr.dk.

(Jákup Jacobsen eigur myndina)

Ger viðmerking