Magnus 24.72 og nr 5 í 50 firvald á DM 2013

Tað bleiv ikki til heiðursmerki til Magnus Jákupsson á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið teir í kvøld svumu finalu í 50 metra firvaldasvimjing. Men tað var ikki tí at tað ikki var líka við, tí Magnus var bara 7 hundraðpartar frá bronsuni, 9 hundraðpartar frá silvurinum og 32 hundraðpartar frá gullinum. Sí úrslitalistan her, Andreas Schiellerup gull við 24.40, Søren Dahl silvur við 24.63, Morten Klarskov bronsu við 24.65, Daniel Steen Andersen nr 4 við 24.68, Magnus nr 5 við 24.72, og Viktor B. Bromer nr 6 við 24.76.

Magnus Jákupsson (FAR) 55.94 in the 100 SC IM

Pál luttók eftir øllum at døma ikki í kappingini í 200 metra frísvimjing, hóast hann upprunaliga stóð á startlistanum. Annars super løgið av dønum at hava 50 og 100 firvald í sama stevnuparti, ein avgerð sum í denn grad gekk útyvir luttøkuni í 100 metra firvaldasvimjing.

2 thoughts on “Magnus 24.72 og nr 5 í 50 firvald á DM 2013”

  1. Eg meini at 200m í gjár eins og 100m firvald, vóru DÅM kappingar.
    200 frí og 100 firvald hjá junior og senior liggja onkran annan dag.
    Ja tað er forvirrandi 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.