Magnus 26.61 og greitt bestu tíð í innleiðandi 50 rygg á DM 2013

So er danska meistarastevnan á langgeil byrjað – Fyri løtu síðani luttók Magnus Jákupsson í innleiðandi riðlunum í 50 metra ryggsvimjing, og var hann har greitt skjótastur av teimum 34 sum svumu, við tíðini 26.61 har hin næstskjótasti svam 27.07. Sí úrslitalistan her.

Pál skal í dag eftir ætlan svimja 800 metra frísvimjing, men eg veit ikki heilt hvussu danir roksa … í innleiðandi riðlunum stendur hann (uttan tíð og niðast) at vera ‘EXTRA’, og í skránni til í kvøld stendur hann ovast at vera ‘EFT’. Eftertilmeldt?

Magnus Jákupsson (FAR) 55.94 in the 100 SC IM

3 thoughts on “Magnus 26.61 og greitt bestu tíð í innleiðandi 50 rygg á DM 2013”

      1. Sakin er mær vitandi ikki liðugt viðgjørd enn, so tað er ikki sikkurt at hann er í karantenu. Veit ikki heilt hvussu hatta riggar … í førinum við Glæsner fór hann jú beint í karantenu har hann vandi men ikki kappaðist.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.