Kunning frá SSF um fyribyrging av doping

Eg havi í kvøld sent út fylgjandi skriv til formenn og venjarar í føroyskum svimjifeløgum, vegna Svimjisamband Føroya …

Góðu tit øll í svimjingini

Nú donsk svimjing er rakt av tveimum dopingsakum, er tað væl uppá sítt pláss at vit í Svimjisambandi Føroya eisini minna okkum øll á týdningin av at tryggja, at íðkarar ikki fáa ólóglig evni í kroppin.

Tilætlað doping er sjálvsagt óhoyrd, og áheitanin her umfatar tí fyrst og fremst teirri ótilætlaðari dopingini, ið kann standast av at brúka til dømis heilivág ið krevur eitt sokallað “TUE” undantaksloyvi.

DSC05726

Anti Doping Danmark hevur eina fína heimasíðu kallað antidoping.dk, har tað millum annað ber til at sláa upp ein lista yvir lógligan heilivág, og við leitibjálkanum ovast til høgru at sláa upp allan mest vanligan heilivág, at síggja um hann skuldi verið ólógligur.

Her sæst listin yvir loyvdan, vanlig heilivág: http://antidoping.dk/Medicin/Symptoms.aspx

Gevið gætur at tað í summum førum er munur á um ein heilivágur er doping ella ikki, alt eftir um tú til dømis vegna astma hevur TUE undantaksloyvi frá antidopingnevndini, ella um tú andar ella drekkur heilivágin í teg. Og har kunnu vera aðrar, torgreiddar reglur.

Eitt dømi er Terbutalin (“Bricanyl”), sum er dopingevni hjá øllum okkum ið ikki hava astma. Astmatikarar kunnu fáa TUE undantaksloyvi til at anda tað í seg, men ikki til at drekka tað sum heilivág, ið er rættiliga vanligur lekidómur um ein hevur ringan hosta.

Og um tú brúkar Bricanyl og skalt luttaka til dømis á HM ella World Cup stevnum, so skal títt TUE eisini góðkennast av FINA medical; tað vil siga alt grundarlagið undir útskrivingini av TUE skal sendast til FINA og kannast har.

Um tit ivast, so er altíð best at spyrja lækna ella apotekara, til at staðfesta nágreiniliga hvørji evni sum eru í einum heilivági, fyri síðani at spyrja teir ella annan medisinara, um hesi evni eru lóglig ella ikki lóglig at brúka.

DSC02951

Svimjisambandið hevur tíverri ongan serkunnleika innan økið, og tað er heldur ikki ráðiligt at dúva uppá hvat ein venjari ella onnur vælvitandi siga, um ikki hesi bæði hava læknaprógv og kenna til dopingfyribrigdið. Tað kann sum sagt vera rættiliga torgreitt at vita hvat sum er doping ella ikki, og í síðsta enda er tað íðkarin sjálvur sum kemur at svíða mest fyri eitt møguligt mistak.

Ansið tí eftir hvat tit fáa í tykkum, og roynið sum frægast at lesa til dømis á heimasíðuni antidoping.dk, um onnur vandamál sum eru. Har eru nevniliga nógvir aðrir mátar sum ein kann koma til at dopa seg, sum til dømis við at taka protein-pulvur og líknandi kosttilskot, ið kanningar hava staðfest rættiliga ofta innihalda dopingevni.

Tú kanst koma til at dopa teg við at smyrja kortison-salvu á sár og skursl, og tú kanst eftir øllum at døma koma til at dopa teg við eta steroidudálkað kjøt úr Kina. Tú kanst koma til at dopa teg við at sita ov nær einum sum roykir hash. Tú kanst koma til at dopa teg um læknin skiftir út títt slag av astmaspray, um ikki títt TUE undantaksloyvi tá eisini verður dagført.

Tú kanst koma til at dopa teg, um tú uttanlanda keypir sama merki av heilivági sum tú annars brúkar lógliga í Føroyum. Tak dømið við Mads Glæsner, har hann brúkar ein amerikanskan Vicks inhalator, heldur enn ein danskan. Handkeypsvørur er ofta bara sami heilivágur í minni dosum, og tí enn doping, um heilivágurin stendur á dopinglistanum.

Men sum sagt, spyrji lækna heldur enn okkum, um tað er nakað tit ivast í, tí vit hava í síðsta enda ikki neyðugan kunnleika. Um tit einki taka av heilivági, og ansa eftir við kosttilskotum og ikki ferðast út í fjareystur, so er vandin ógvuliga lítil. Og um tit til eru dømis astmatikarar ella sukursjúkusjúklingar, so er tað rein rutina hjá læknum og okkum at fáa TUE uppá pláss.

Við svimjikvøðu

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.