Pál 15:19.66 og nr 4 í 1500 á Mare Nostrum Canet

Pál Joensen megnaði í dag at vinna sær enn eitt fjórðapláss í altjóða kapping, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon svam 1500 metra frísvimjing uppá 15:19.66. Japanski Ayatsugu Hirai vann við tíðini 15:02.51, ukrainski Sergiy Frolov vann silvur við 15:13.58 og franski Anthony Pannier bronsu við 15:16.77. Splitt-tíðirnar benda á at Pál helt fast í taktikkinum at leggja hart út, har japanin so svaraði aftur longu eftir 150 metrum, og hinir so hingu í teimum báðum oddafiskunum. Pannier dróg framum Pál tá ið teir høvdu svomið 550 metrar, og Frolov tá ið teir høvdu svomið umleið 1000. Sí úrslitalistan her á heimasíðuni hjá Mare Nostrum stevnunum.

Magnus Jákupsson svam seg í B-finalu í 50 metra firvaldasvimjing, har hann við tíðini 25.17 varð triðskjótastur, ella 11. skjótastur tá ið vit telja A-finaluna við.

Mare Nostrum stevnurnar eru hervið avgreiddar, og næsta avbjóðing hjá hesum báðum verður so mær kunnugt DM á langgeil í Bellahøj hin 1. til 6. juli 2013.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.