IOC raðfestir nú svimjing, fimleik og frælsan ítrótt ovast millum OL-greinar

Altjóða Olympiska nevndin IOC hevur í dag kunngjørt ein nýggjan býtislykil, har tey við 5 bólkum raðfesta hvussu nógv tær ymisku ítróttargreinarnar skulu stuðlast fíggjarliga, av tí fíggjarliga avkasti sum Olympisku Leikir skapa. Svimjing og fimleikur vóru stóru vinnararnir, við tað at hesar greinar nú verða raðfestar eins høgt og frælsur ítróttur, sum annars í nú farnu skipanini lá einsamalt ovast.

Tær 28 ítróttargreinarnar verða bólkaðar soleiðis:

  1. Frælsur ítróttur, svimjing og fimleikur
  2. Kurvabóltur, súkkling, fótbóltur, tennis og flogbóltur
  3. Bogaskjóting, badminton, boksing, judo, rógving, skjóting, borðtennis, vektlyfting
  4. Kano/kajak, ríðing, fikting, hondbóltur, hockey, sigling, taekwondo, triathlon, glíming
  5. Modernaður fimmkampur, golf og rugby

Bólkingin er eftir øllum at døma grundað á hvussu nógv IOC metir (ella veit) at ymisku ítróttargreinarnar geva í kassan. Altjóða svimjisambandið FINA vísir í dag í tíðindaskrivi á at svimjingin er garantur fyri stórslignum stevnum bæði á Olympisku Leikum og millum Leikirnar, við luttøku av teimum allarbestu íðkarunum sum ítrótturin hevur at bjóða, frá fimm heimspørtum.

Vit vita eisini at svimjistevnan seldi væl á OL í London, bæði tá ið tað kom til áskoðarar á staðnum, og hyggjarar í sjónvarpinum. Serfrøðingarnir vænta nú at frælsur ítróttur fer at fáa minni í sín lut, enn tey fyrr hava fingið, til fyrimuns fyri svimjing og fimleik. Men her skal tó nevnast, at OL í London var ein stór succés fíggjarliga fyri IOC, við eini inntøku á 520 milliónir dollarar, í mun til $296 milliónir frá OL í Beijing í 2008 og $256 milliónir frá OL í Athen í 2004.

Les t.d. ESPN

Ger viðmerking