Úrslit frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2013

Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2013, sum varð hildið í Svimjihøllini í Gundadali hin 9. til 11. mai 2013. Ein rættiliga væleydnað meistarastevna har vit fingu 7 nýggj føroysk met og 7 nýggj juniormet, umframt at fleiri aðrir svimjarar vóru heilt nær metum eisini. Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki tilsamans, eini 21 gullheiðursmerki í føroyameistarakappingini og 23 í juniormeistarakappingini.

DSC09876

Føroysk met sett á FM/JM 2013

  • Ægir kvinnur 3:55.91 í 4×100 frí
  • Poula Ø. Mohr (HS) 2:23.25 í 200 firvald
  • Pál Joensen (SuSvim) 1:03.00 í 100 bringu
  • Poula Ø. Mohr (HS) 1:03.78 í 100 blandað
  • Ægir kvinnur 4:25.43 í 4×100 blandað
  • SuSvim kvinnur 1:47.15 í 4×50 frí
  • SuSvim harrar 1:35.06 í 4×50 frí

Juniormet sett á FM/JM 2013

  • Guðrun Mortensen (SuSvim) 57.62 í 100 frí
  • Markus Joensen (HS) 1:05.82 í 100 bringu
  • Kristina Elin Thomsen (SuSvim) 2:25.26 í 200 firvald
  • Markus Joensen (HS) 1:04.77 í 100 bringu
  • SuSvim dreingir 1:38.48 í 4×50 frí
  • Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) 2:06.13 í 200 frí
  • Markus Joensen (HS) 30.00 í 50 bringu

Heiðursmerkjabýti á Juniormeistarastevnuni 2013

Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 23 9 11
Havnar Svimjifelag 10 16 13
Ægir 7 11 6
Reysti 3 1
FLOT 1 2

Heiðursmerkjabýti á Føroyameistarastevnuni 2013

Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 21 9 7
Ægir 14 16 13
Havnar Svimjifelag 7 17 20
Reysti
FLOT

Ger viðmerking