Føroyingar væl betri fyri tekniskt nú, sambært Haljandi

Estiski svimjiserfrøðingurin Rein Haljand vitjaði sum nevnt í Føroyum aftur nú í vikuskiftinum, til at filma og greina svimjiteknikkin hjá nøkrum av okkara frægastu svimjarum. Saman um tikið heldur hann at føroyingar hava gjørt stór framstig tekniskt, síðani hann í 2009 vitjaði okkum fyri fyrstu ferð.

Haljand-test in Tórshavn 4 May 2013

Tað eru nøkur ár síðani at hann vitjaði seinast, eftir at vit í 2011 staðfestu at tað stóð eitt sindur í stað við at fáa rættað nakrar grundleggjandi feilir. Svimjisambandið valdi at taka eina pausu frá hesum tiltøkum, eisini tí at so nógv annað var á skránni, og tí var rættiliga spennandi at hoyra nú hvussu støðan er við svimjiteknikkinum hjá føroysku svimjarunum.

DSC01298

Men her var eftir øllum at døma einki at stúra um, tí Haljand hevði bara rós til yvirs fyri føroysku svimjarunum, tá ið vit fingu orð á hann eftir greiningina. Hann sá sum heild ikki longur hesar grundleggjandi feilir, har til dømis beinsparkið í crawl var á skeiva bein í mun til armtakið. Svimjararnir starta og venda væl betri, tey nýggju vísa at venjararnir hava tikið ráðini til sín, og hann nevndi eisini týðiliga búning í teknikkinum hjá onkrum svimjara sum hevur verið testaður nú fleiri ferðir.

DSC01155

Hetta skal tó ikki skiljast sum um at alt nú er leyst og liðugt, tí har er sjálvsagt nógv annað sum skal fella upp á pláss, áðrenn tann næsti Pál Joensen er funnin. Haljand nevndi leysliga í samrøðu hvussu svimjarar runt Jeanette Ottesen høvdu verið líka evnaríkir sum hon, uttan at teir tó komu allan vegin. Men vit hava einki at smæðast um, tá ið tað kemur til hvussu okkara ungu læra at svimja.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.