Innbjóðing til FM/JM í svimjing 2013

Viðfest er innbjóðing frá Svimjisambandi Føroya til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna 2013, sum verður í svimjihøllini í Gundadali hin 9. til 11. mai 2013. Sum vant er kravið til FM at svimjarin skal hava svomið eina bronusnálatíð í 25 ella 50 metra hyli onkuntíð hesar seinastu 12 mánaðirnar, sí annars Reglugerð fyri Meistarastevnur á ssf.fo. Og á ja, leygarkvøldið verður skipað fyri veitslu, meira verður at hoyra um tað seinni.

DSC_6714

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.