Status nú aftaná lítla viku í altjóða kapping

Eg skal brúka hesar upplýsingar til status í samrøðu við Kringvarpið klokkan 15:50, og kann tá tað sama leggja teir út her eisini 🙂

Tilsamans 9 føroysk met og 2 føroysk juniormet eru sett síðani leygarmorgunin farna vikuskifti: 3 føroysk met og 1 juniormet á Actavis Open í Hafnafirði, og 6 føroysk met og 1 juniormet á Danish Open í Bellahøj. Og tilsamans 7 gull, 6 silvur og 5 bronsuheiðursmerki eru vunnin á hesum stevnum; 5 gull, 5 silvur og 5 bronsu á Actavis Open og 2 gull og 1 silvur á Danish Open. Ella 8 gull, um vit telja Magnus Jákupsson við. Her havi eg bara talt heiðursmerki í opnu kappingini, har vóru væl fleiri í aldursbýttu kappingini í Hafnarfirði.

Eg vildi gjarna nátt at talt upp finaluplássini eisini, men tey eru enn fleiri.

danish-open-2013-2

(Ægir firvald á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Føroysk met (9)

  • Bartal Hestoy (HS) 1:08.84 í 100 bringu á Actavis Open í Hafnafirði, leygarmorgun 23. mars
  • Bartal Hestoy (HS) 4:38.10 í 400 blandað á Actavis Open í Hafnafirði, sunnudag 24. mars
  • Poula Ø. Mohr (HS) 2:26.86 í 200 blandað á Actavis Open í Hafnafirði, sunnudag 24. mars
  • Birita Debes (Ægir) 30.12 í 50 rygg á Danish Open í Bellahøj, týsmorgun 26. mars
  • Astrið Foldarskarð (Ægir) 29.06 í 50 firvald á Danish Open í Bellahøj, mikumorgun 27. mars
  • Birita Debes (Ægir) 1:06.27 í 100 rygg á Danish Open í Bellahøj, mikumorgun 27. mars
  • Astrið Foldarskarð (Ægir) 28.94 í 50 firvald á Danish Open í Bellahøj, mikudag 27. mars
  • Birita Debes (Ægir) 1:06.19 í 100 rygg á Danish Open í Bellahøj, mikudag 27. mars
  • Birita Debes (Ægir) 1:05.96 í 100 firvald á Danish Open í Bellahøj, hósmorgun 28. mars

Føroysk juniormet (2)

  • Markus Joensen (HS) 1:08.93 í 100 bringu á Actavis Open í Hafnafirði, leygardag 23. mars
  • Eyðbjørn Joensen (SuSvim) 32.13 í 50 bringu á Danish Open í Bellahøj, hósmorgun 28. mars

Heiðursmerki í opnari kapping

Gull (7-8)

  • Óli Mortensen (HS) 16:21.73 í 1500 frí á Actavis Open
  • Bartal Hestoy (HS) 2:12.73 í 200 firvald á Actavis Open
  • Bartal Hestoy (HS) 4:38.10 í 400 blandað á Actavis Open
  • Poula Ø. Mohr (HS) 2:26.86 í 200 blandað á Actavis Open
  • Bartal Hestoy (HS) 2:27.34 í 200 bringu á Actavis Open
  • Pál Joensen (SuSvim) 3:54.94 í 400 frí á Danish Open
  • Magnus Jákupsson (DK) 25.92 í 50 rygg á Danish Open*
  • Pál Joensen 8:07.21 (SuSvim) í 800 frí á Danish Open

*Hevur skift svimjitjóðskap til Danmark

Silvur (6)

  • Kristina Eliasen (HS) 29.73 í 50 firvald á Actavis Open
  • Bartal Hestoy (HS) 2:12.60 í 200 blandað á Actavis Open
  • Óli Mortensen (HS) 4:09.09 í 400 frí á Actavis Open
  • Óli Mortensen (HS) 4:48.94 í 400 blandað á Actavis Open
  • Poula Ø. Mohr (HS) 30.94 í 50 rygg á Actavis Open
  • Birita Debes (Ægir) 30.12 í 50 rygg á Danish Open

Bronsa (5)

  • Bartal Hestoy (HS) 1:08.84 í 100 bringu á Actavis Open
  • Lena S. Rannváardóttir (HS) 10:09.95 í 800 frí á Actavis Open
  • Markus Joensen (HS) 29.17 í 50 rygg á Actavis Open
  • Markus Joensen (HS) 26.95 í 50 firvald á Actavis Open
  • Kristina Eliasen (HS) 28.01 í 50 frí á Actavis Open

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.