Danir fegnast um linari krøv til EM í Herning

Dansk Svømmeunion kunngjørdi í dag sínar kravtíðir til EM á stuttgeil í Herning í desember, sum fyri tað fyrsta eru fastsett eftir eini rættiliga nógv einfaldari skipan enn vanligt, og fyri tað næsta eru lættari at klára. Danskir venjarar fegnast á simma.nu/dk og á Facebook-síðuni hjá Dansk Svømmetræner Sammenslutning, tí at tey við hesum vænta at ein fjøld fer at arbeiða hart fram ímóti EM … og tí at 50 firvald, rygg, frí og 100 blandað nú eru komnar inn í hitan aftur.

Jyske Bank Boxen, venue of the 2013 European SC Swimming Championships

Kravtíðarskipanin hjá teimum er í prinsippinum rættiliga einføld:

To krav skal i udgangspunktet opfyldes, før man udtages til at repræsentere Danmark ved Europamesterskaberne på hjemmebane:

1. Blive nummer et, to eller tre ved DM i Gladsaxe.
2. Score 780 FINA point eller derover.

Har eru nakrar eyka viðmerkingar av tí at einans tveir svimjarar kunnu luttaka á langteinunum 800 frí fyri kvinnur og 1500 frí fyri menn, og onkur nágreining ífall at fleiri svimjarar røkka sama stigatal og so framvegis; men skipanin er tó rættiliga einføld at skipa, í mun til onnur ár.

Orsøkin er heilt greið (og forklárað í hasum skrivinum hjá dønum), at tey ynskja eitt stórt lið av dønum á heimabana í Herning. Nevnast kann í hesum sambandi at Magnus Jákupsson hevur ein rættiliga góðan kjans at verða úttikin, tí at hann klárar FINA stig í hasum klassanum, og er millum teir frægastu sum danir nú eiga.

Persónligt er tað eisini stuttligt at síggja danir taka hesa støðu viðvíkjandi ikki-OL-greinunum, eftir at vit føroyingar í nøkur ár hava kempað ímóti at hesar greinar skuldu takast av NJM-skránni.

Av simma.nu/dk

Den meget mærkelige idé om, at man ikke kan bruge 50 fly, ryg og bryst samt 100 medley som reelle løb fordi de ikke findes til OL er blevet slået ihjel! Helt personligt er det nok den, jeg takker mest for. Til EKM er de altså fuldstændig lige så meget værd som 200 fri, fly eller bryst!! Og måske kunne de løb endda være med at udvikle svømmere hen imod OL discipliner? (Som de har gjort for Jeanette Ottesen, Jakob Andkjær og Rikke Møller Pedersen, der ALLE var bedst i “ikke-OL-løb” som juniorer!!!)

Føroysku kravtíðirnar eru ikki klárar enn; men tað er eingin loyna at okkara ynski er tað sama sum hjá dønum, at stilla við einum rímiliga stórum hópi, nú EM fyri einaferð skyld er so gott sum á heimabana.

One thought on “Danir fegnast um linari krøv til EM í Herning”

  1. Av simma.nu/no, um skrivið hjá Ricky Clausen

    Han har imidlertid også fjerna forskjellen mellom ikkje-Olympiske øvingar, og olympiske øvingar til eit EM på kortbane – noko underteikna støttar fullt ut også i Norge.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.