VAT sleppur væl møguligt ikki at brúka aðrar føroyingar enn Magnus á DMH

Dansk Svømmeunion hevur eitt yvirlit her á svoem.org, sum váttar luttøkuna hjá Biritu og Alva fyri Esbjerg á DMH, og hjá Páli fyri Aalborg … men ikki luttøkuna hjá Óla og Poulu fyri VAT. SwimNews.dk skrivar soleiðis um føroysku luttøkuna:

Man kan dog i denne nyhed se at VAT også skulle have anvendt en række færøske svømmere, men har heller ikke her overholdt fristen for at søge startberettigelse og må dermed bruge deres egne svømmere i stedet da de ikke har fået dispensation til svømmerne fra Færøerne.

Skilji at tað møguliga var upp á tal at eisini Astrið Foldarskarð og Victoria og Cecilia Eysturdal skuldu hjálpa VAT, men nú hongur alt tað nokk í leysum lofti, vegna formalia.

Annars áhugavert at síggja danska áhugan fyri føroysku luttøkuni á DMH. Hevði ikki væntað at teir lósu føroyskt, so har stendur týðiligvís nógv uppá spæl 😉

5 thoughts on “VAT sleppur væl møguligt ikki at brúka aðrar føroyingar enn Magnus á DMH”

  1. Veit ikki um svoem.org veit, at allir føroyingar og grønlendingar hava danskt statsborgerskab.

    Svoem.org: “Nedenfor er en oversigt over de aktive i foreningerne, der ikke er i besiddelse af dansk statsborgerskab…”. Her standa m.a. Birita Debes, Alvi Hjelm, Pál Joensen og Magnus Jákupsson.

    Men allir føroyingar eru danskir statsborgarir:

    ” Indfødsret er det, der i daglig tale og i andre lande ofte betegnes som statsborgerskab….
    …Da Grønland og Færøerne er en del af det danske rige under rigsfællesskabet, er befolkningen ligestillet med etniske danskere, og har derved automatisk dansk indfødsret.”
    Wiki.

      1. So vítt eg minnist. At ein skal hava “dansk sygesikringsbevis”
        Og tað skal kunna prógvast, sjálvandi. Kanska tað er har í feilurin liggur?
        Annars eiga okur kanska ikki at vera so kedd av at tey ikki síggja okum sum danir, ella? 😉

        Men spell, sera spell. Ímyndi tykum Óla, Alva og Pál avgera ein 1500m til DMH. 😉

  2. Mær dámar als ikki at føroyingar eru við í “DM for hold”. Hvat er hetta fyri nakað?
    Vónandi er tað sum gestir og uttan møguleika fyri at fáa heiðursmerkir. Tó so, tað er cool at vinna eina kapping, har man er við sum gestur. Men plasering? Noy!!!

Ger viðmerking