Pál Joensen 2:26.59 og nýtt føroyskt met í 200 bringu

Pál Joensen hevur í dag sett nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á donsku Øst Langbane Mesterskaber í Ballerup svam teinin uppá 2:26.59, har metið hjá Markusi Joensen frá NMU 2012 var 2:32.59. Hetta var klárt besta tíð í innleiðandi riðlunum, og eisini væl skjótari enn vinnaratíðin í finaluni, har Pál tó ikki luttók. Sí úrslitalistan her.

DSC_0165

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.