Eingin World Cup stevna í Stokkhólmi í ár, og Berlin verður beint eftir HM

FINA stjórnin er í hesum døgum á fundi í Barcelona, har tey millum annað fastløgdu skránna fyri World Cup stevnurnar 2013. Ein stór og fyri okkum rættiliga avgerandi broyting er, at World Cup stevnan í Stokkhólmi er strikað, og at World Cup stevnan í Berlin er longu vikuskiftið eftir HM í Barcelona, 10. – 11. august 2013.

DSC00656

Orsøkin er ikki nevnd í pressuskrivinum frá FINA, men tað frættist at FINA vil royna eina skipan nakað sum í frælsum ítrótti, har Diamond Legaue stevnur liggja eisini heilt nær heimsmeistarastevnuni, so at tað er meira tiltalandi hjá stórprofilum at líka taka tær kappingar við, nú tey allíkavæl eru í formi.

Tí hóast World Cup stevnurnar er væl lýddar, og tað altíð eru nakrir av frægastu profilum við til í øllum førum tær í Stokkhólmi og Berlin, so er feltið á ovastu rók sjáldan serliga breitt. Til fyrimuns fyri tey lokalu feløgini og eisini okkum í Føroyum, at finalurnar eru til at røkka, eisini hóast tú ikki ert Pál Joensen ella Ryan Lochte. Men, hinvegin kanska ikki heilt breitt høga støðið sum FINA ynskir.

Skráin sær tí soleiðis út, at tvær stevnur liggja beint eftir HM í Barcelona í august, og at restin so verður avgreitt sum vant í oktober og november. Eindhoven hevur av eini og hvørjari grund vunnið teirri einu evropeisku stevnuna frá Stokkhólmi, ið má kallast at vera ein dyggur smeitur fyri svenskari og norðurlendskari svimjing.

Og nú er spurningurin so, hvat SSF velur at gera við World Cup. Velja vit at senda svimjarar til eini av teimum evropeisku stevnunum í august, ella skulu vit fara til meira eksotisk støð sum Moskva, Doha ella Tokyo í oktober/november? Ella skulu vit bara heilt droppa World Cup í ár?

Livst so spyrst, sum onkur plagar at siga 🙂

Ger viðmerking