Úttøka til EJM, NMU og HM 2013

Kravtíðir til EJM og HM 2013 síggjast nú her á heimasíðuni hjá Svimjisambandi Føroya

  • http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/kravtidir-2013-25m/
  • http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/kravtidir-2013-50m/

Kravtíðarskeiðini eru frá og við FM 2012, til og við FM 2013

Misty meet in Klaksvík today

Kravtíðirnar til EJM eru roknaðar sum undanfarin ár, við at leggja ein ávísan prosentsats afturat bronsutíðunum frá undanfarin ár. Sum í fjør er kravtíðin +6% hjá fyrstaársjuniorum og +5% hjá seinnaársjuniorum; ein lítil munur er tó at vit í ár brúka meðaltíð til at vinna heiðursmerki á seinastu trimum EJM, har vit í fjør brúktu meðaltíð frá tveimum teimum seinastu EJM.

Evropeiska JuniorMeistarastevnan er í ár í Poznan í Póllandi, 10. – 14. juli 2013. Sí http://www.ejc2013poznan.eu/

Úttøka til NMU verður eisini sum undanfarin ár; 8 svimjarar valdir út eftir ‘high score’ í FINA stigum. Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung er í ár í Íslandi, 12. – 14. juli 2013.

Kravtíðirnar til HM eru tær somu sum FINA hevur ásett, sí heimasíðuna hjá FINA

  • http://www.fina.org/H2O/index.php?option=com_content&view=article&id=2959&Itemid=1313

Í prinsippinum skulu tær klárast á serliga góðkendum langgeilastevnum, sí

  • http://www.fina.org/H2O/index.php?option=com_content&view=article&id=3240&Itemid=1382

Men, FINA loyvir okkum í ár at luttaka við 4 svimjarum (2 kvinnum og 2 monnum), eisini hóast ikki allir svimjarar hava klárað kravtíðirnar. Svimjisamband Føroya ætlar tí at taka út svimjarar upp til hetta markið, soleiðis at har verða minst 2 føroyskar kvinnur og 2 føroyskir menn úr seniorbólkinum á HM 2013.

HM er í ár í Barcelona, 28. juli til 4. august 2013. Sí http://www.bcn2013.com/

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking