SSF á rundferð 2013: Reysti

Svimjisamband Føroya er aftur í ár farið undir eina rundferð til svimjifeløgini kring landið, til at umrøða ymisk viðurskifti sum viðkoma svimjingina sum heild, og hoyra hvussu støðan er í hvørjum svimjifelagi sær. Fyrsti steðgur var í Leirvík í gjárkvøldið, har vit vitjaðu Svimjifelagið Reysti.

DSC08686

Tað var ein áhugaverdur fundur, har vit serliga umrøddu teir trupulleikar í okkara minstu feløg hava, við at skapa trivnað sum kann kappast við til dømis tað sum fótbólturin kann bjóða. Feløgini við 16 metra hyli hava vegna plásstrotið í hylinum ikki serliga stór lið, og tí trupulleikar við at hava nóg stórar hópar, til at kunna bjóða tilboð sum uttanlandaferðir og líknandi.

Áhugin fyri svimjing er ríkiliga stórur, til at vit í yngstu aldursbólkum hava trupulleikar við at nøkta tørvin. Men aftaná fyrstu árini fellur talið av svimjarum ógvusliga, kanska tí at venjingarkravið er so stórt og karmarnir so avmarkaðir, at venjingin verður til ‘bara’ svimjing, uttan serliga orku til at arbeiða við trivnað eisini.

Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki, og har er heldur eingin løtt loysn, soleiðis sum støðan nú einaferð er í føroyskari svimjing. Men vit fara at royna okkurt, sum til dømis ein stuttleikadagur fyri okkara yngstu sum vónandi verður fyriskipaður her í vár.

Og støðan er møguliga longu við at batna … tað hoyrist at flestu feløg umhugsa uttanlandaferðir av hesum og hasum slag, til kappingar í Danmark og Íslandi, í vár.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.