Mads Glæsner loysir frá posabandinum

Danskir miðlar endurgeva í dag nýklækta heimsmeistaran Mads Glæsner fyri at siga, at hin nú fráfarni landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer beinleiðis oyðilegði hansara Olympisku Leikir, við bevíst at lata allan hópin fylgja eini skrá sum niðurraðfesti venjingina hjá harrunum, til frama fyri kvinnurnar, hatta hálva árið undan OL tá ið eisini Pál Joensen var við í hópinum. Ein ætlan sum Mads sigur at Wildeboer avdúkaði bara fáar dagar undan OL. Les t.d. Sporten.dk

– Paulus lagde ikke skjul på, at træningen ikke var forberedt til svømmere udefra. Det fortalte han os et par dage før OL. At træningen var planlagt og tilrettelagt for nogle få svømmere, og så kunne vi andre bare følge med. Den information havde jeg meget svært ved at få et par dage inden OL, konstaterer Mads Glæsner med ærgrelse i stemmen.

Pál and Mads at the Rijeka 2008 SC Europeans

OL gekk sum kunnugt heilt illa hjá Glæsner, verri enn hjá Páli, og hann valdi tí at kvetta samskiftið við Wildeboer og NTC so nógv so gjørligt, so mikið at hann til dømis ikki tosaði við Wildeboer teir 5 dagarnar á HM á stuttgeil í Istanbul í desember 2012, til eftir at hann (Glæsner) hevði vunnið heimsmeistaraheitið í 1500 metra frísvimjing.

– Jeg havde det sådan, at hvis han bare kunne lade mig være, var jeg glad. Det var hans sidste stævne, og det skulle bare overstås så smertefrit som muligt.

Danski sportchefurin Mikkel von Seelen viðgongur í aðrari grein á Sporten.dk at har vóru trupulleikar, og at teir tí í felag høvdu funnið hesa loysn, at Wildeboer og Glæsner ikki skuldu samstarva á HM í Istanbul. “Taget i betragtning af, at Mads blev verdensmester til stævnet, synes jeg, vi med en vis overbevisning kan sige, at det var den rigtige disposition.”

Jyllands-Posten skrivar her um tað sama, tað sær ikki út til at Wildeboer enn hevur úttalað seg alment um konfliktina. Skiftið vekk frá danskari svimjing var sambært hesari greinini í Politiken at Wildeboer altíð hevði ynskt at sleppa at venja í Avstralia, og at hann føldi at hann mátti skifta nú, um ikki hann skuldi verða ov gamalur til at vera áhugaverdur. Wildeboer er 58 ár nú, og vildi tí verið 62, um hann fór at leita eftir nýggjum starvi eftir OL í Rio.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.