Breiddin og elitan fylgjast at

Føroysk svimjing hevur seinastu árini víst stóra framgongd við flottum úrslitum her heima og úti í heimi. Serliga hava úrmælingarnir, við Pál Joensen á odda, verið ímyndin av framgongdini. Men hvussu stendur til við breiddini? Er vandi fyri at breiddin dettur í millum, tá úrmælingarnir strúka avstað?

DSC_6716

Vit vita, at FM vinnarar í fjør og fyrra árið svumu søguliga skjótt, og hóast nakrir svimjarir (Pál, Cecilia, Magnus, Birita osv) tóku fleiri gull, og stóðu tí fyri ein stóran part av framgongdini, so sóu vit eisini skjótar tíðir millum tey næstbestu. Til dømis svumu Pál Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm í fjør tær bestu tíðirnar, sum nakrantíð eru svomnar í einari 1500 FM finalu.

Hyggja vit at FM úrslitum í 50 frí hjá kvinnum, sum vanliga hevur nógvar luttakarar, so sæst at framgongd hevur verið bæði hjá úrmælingum og breiddini. Finalistarnir til FM í fjør svumu allir skjótari enn gull tíðin í 2005 og tey undanfarnu árini.

Breiddin hevur eisini haft framgongd. Miðaltíðin hjá luttakarunum í 50 frí hjá kvinnum í fjør var met góð. Miðaltíðin var 30.12 sek, sum er skjótari enn gulltíðirnar í 1985 og 1984. Sovítt eg dugi at síggja var 50 frí fyrstu ferð svomið til FM í 1984.

Í boks-diagrammum er spjaðingin lýst við eini ovaru striku, einum kassa í miðuni og eini niðaru striku. Tann ovara strikan umboðar ovastu 25%, tann niðasta strikan niðastu 25% og kassin tey 50% sum liggja mitt í millum. Til dømis, við at trýsta á kassan fyri 2012, so sæst, at tann besta tíðin var 26.09 sekund, tey fremstu 25% svumu skjótari enn 28.94 sekund, tey spakuligastu 25% svumu spakuligari enn 32.64 sekund og spakuligasta tíðin var 34.75 sekund. Langir kassar og langar strikur merkir stór spjaðing millum svimjarar. Umvent smáir kassar og stuttar strikur vísa ein tættan hóp við lítlari spjaðing.

Aldur á luttakarum hevur oftast týdning á úrslitunum, also eldri svimjarir plaga at svimja skjótari. Vit síggja at luttakarnir í 1991 og 2004 vóru lutfalsliga gamlir og svumu lutfalsliga skjótt.

Her eru øll FM úrslitini í 50 frí hjá kvinnum, sum eg havi funnið. Bert tíðirnar úr finalum eru tiknar við hjá finalistum. Til dømis setti Elspa Mørkøre føroyskt met við 27.02 innleiðandi í 2007, men bert hennara finalutíð (27.07) er við á listanum her, so útrokningar av miðaltíð og -aldur verða einfaldari. Til ber at sortera úrslitini við at trýsta á ovasta rað. Til dømis við at trýsta á “Felag” verða úrslitini sorteraði fyri hvørt svimjifelag. Aldur (“Ald.”) er “FM” ár minus “Árg.” (árgangur).

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.