Shannon Rollason nýggjur NTC-venjari hjá Danmark

Danska Svimjisambandið kunngjørdi í morgun at nýggi NTC-venjarin verður 40-ára gamli Shannon Rollason, til nú í líknandi starvi á Australian Institute of Sports. Hann er millum annað kendur fyri sítt arbeiði við Jodie Henry og Alice Mills, gullvinnarar á OL í Athen í 2004. Setanin hevur týdning fyri eisini okkum føroyingar, við tað at Pál sum kunnugt venur har á NTC.

DSC01356

Ger viðmerking