Djóni og Rókur á norðurlendskum fundi í Tallinn

Kunning vegna SSF

Vit báðir Djóni hava í vikuni verið á norðurlendskum fundi í Tallinn í Estlandi, at fundast víð aðalskrivarar og ‘sport directors’ í svimjisambondunum sum tilsamans eru Norðurlendska svimjisambandið. Á skránni var serliga kalendarin fyri norðurlendskum svimjitiltøkum hesi næstu árini, samskipan av okkara ávirkan í evropeiska svimjisambandinum LEN og altjóða svimjisambandinum FINA; og so sum ikki einaferð spurningurin um 50 metrar á Norðurlendsku Meistarastevnunum fyri Ung, Juniorar og Pre-Seniorar (NMU, NJM og NM).

DSC08286

Tað var sum heild ein góður fundur við góðum felagsanda og samráðingarhuga, har fremsta ynski hjá øllum tyktist at vera at fáa fest greitt á blað tær avgerðir sum annars hava hingið eitt sindur í leysum lofti, í sambandi við serliga kappingarskránna og nevndu 50 metrar á NJM.

Einki er endiliga samtykt fyrr enn á Norðurlendska aðalfundinum í mai, men eg haldi meg kunna avdúka at NMU longu í summar fer aftur til at hava ‘olympiska skrá’ (tað er allar vanligar kappingargreinar uttan 50 bringu, rygg og firvald, og uttan 100 blandað), at tann kappingin møguliga fer aftur til at vera annaðhvørt ár (av tí at í øllum førum Noregi og Finnland ikki ætla sær at møta tey ár tá í European Youth Olympic Festival er), og at allir 50 metrarnir á NJM verða avtiknir longu í Havn í ár, til frama fyri felags kapping á hesum sprint-teinum fyri bæði juniorar og pre-seniorar, umframt eina felags 8×50 mix stuttleika-liðsvimjing, har max helvtin av stafettini má vera pre-seniorar (og hin helvtin tískil juniorar).

DSC08301

Hetta var í øllum førum tað sum vit ‘sport directors’ samtyktu at viðmæla aðalfundinum, mikudagin. Vit føroyingar vóru prinsipielt ímóti at avtaka 50 metrarnar hjá juniorum; men tá ið møguleikin beyðst at fáa NJM aftur til rímiliga vanliga skrá, heldur enn ‘cirkus-skránna’ við 1000 metrar frí fyri gentur og dreingir, 400+300+200+100 liðsvimjing og 4×200 IM, so lupu vit til og fingu heldur alt tað heila einmælt samtykt, enn at verða niðurstemmað sum einasta land ímóti at avtaka 50 metrarnar á NJM.

Føroyska støðan er annars rættiliga greið, at um vit skulu luttaka á norðurlendsku stevnunum, so mugu kappingarskránnar har fyrstu og fremst umfata tær av FINA góðkendu kappingarnar (íroknað 50 firvald, rygg og bringa), áðrenn ikki-góðkendar kappingar sum til dømis 1000 frí. Norðurlendsku kappingarnar kunnu meira enn so vera einasti møguleiki á árinum hjá okkara svimjarum at svimja í toppformi á langgeil, og tað er tí snøgt sagt ov dýrt hjá okkum at senda tey til greinar sum ikki eru FINA-góðkendar, ella til stevnur har tey ikki kunnu svimja sína sergrein. Tí hava vit einsamøll bart fyri at varðveita møguleikan hjá okkara yngru at fáa um ikki annað eina góðkenda tíð á eisini 50 metrum, heldur enn at heilt avtaka 50 teinarnar sum okkurt slag av ‘uppdragilsi’ av teimum ungu.

DSC08324

Persónliga skilji eg væl hvat hini londini royna at gera, men ikki hví at tað skal gerast bara á hesum stevnum, heldur enn fyrst á teirra egnu, heimligu meistarastevnum. Men líka mikið við tí; vit vóru í minniluta, og tað var fyri okkum í SSF meira átroðkandi at fáa NMU aftur til at verða ein stevna har t.d. dreingirnir kunnu svimja eina góðkenda tíð á 1500, heldur enn hatta har t.d. ‘bringu-meistarin’ var tann sum fekk bestu tíð tilsamans á 100 og 200. You win some and loose some – um onkur saknar 1000 crawl, so kunnu vit kanska byrja við at skipa fyri sovorðnum heima á klettunum.

Og á ja, har er eitt stórt ynski um at so vítt gjørligt at fáa allar hesar stevnur at verða á langgeil, sum er partur av orsøkini til at einki 100 blandað verður á NMU. Har er eisini eitt stórt ynski um at halda fast við og styrkja NM-kappingina fyri okkara yngstu seniorar, sum er spennandi fyri okkum føroyingar, tí at vit tískil allarhelst fáa eina góða kapping eisini í pre-seniorkappingini á NJM/NM 2013 í Havn í ár. Danir ynskja NMU á hvørjum ári tí at tey hava valt EYOF frá, og vit eisini tí vit sum ikki-OL-tjóð ikki sleppa sleppa at luttaka á EYOF. Og vit føroyingar hava skrivað okkum upp til at hýsa NMU í 2017, sum merkir at vit gjarna skulu hava ein langhyl upp at standa í Føroyum til ta tíð 🙂

Við svimjikvøðu

Rókur í Jákupsstovu
Næstformaður í SSF

Ger viðmerking