Óli 16:09.16 og silvur á Reykjavík International 2013

Óli MortensenUngi havnardrongurin Óli Mortensen megnaði í kvøld at svimja seg til silvurheiðursmerki, tá ið hann á Reykjavík International Games í Íslandi svam 1500 metra uppá 16:09.16, aftanfyri bara íslendska OL-luttakaran Anton Sveinn McKee á 15:59.95. Ein ófør tíð hjá Óla, og stórt persónligt met í mun til teir 16:17.10 sum hann svam á Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung, farna summar. Og sum Bartal skrivar í viðmerkingunum, eisini nýtt føroyskt juniormet. Sí úrslitalistan her.

Óli fer at luttaka í 400 metra frísvimjing í morgin, har hann sambært startlistanum liggur til eitt bronsuheiðursmerki, og sunnudagin svimur hann so eisini 200 blandað og 200 frí. Reykjavík International Games er altjóða seniorstevna á langgeil, sum íslendska svimjifelagið Ægir skipar fyri á hvørjum ári. Óli er enn bara juniorur, enntá í yngra árganginum av teimum báðum sum eru juniorar beint nú.

Leinki til live timing og sovorðið sæst her á heimasíðuni hjá Ægir

3 thoughts on “Óli 16:09.16 og silvur á Reykjavík International 2013”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.