Pál 4:39.15 og stórt føroyskt met í 400 blandað

Pál Joensen setti í morgun føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hann á Flanders Speedo Cup í Antwerpen svam teinin uppá 4:39.15, har metið hjá Magnusi Jákupssyni frá Bellahøj Cup í 2012 var 4:43.68. Sí riðlaúrslitið her. Í finaluni í 200 frí svam hann seg til eitt fimtapláss við 1:51.80, har føroyska metið hjá honum er 1:48.98, og í 1500 frí sær tað út til at hann vann við tíðini 15:25.99.

Tey hava vist nokk havt webcast frá stevnuni, men tað fann eg einki um á stevnusíðuni, soe …



Live broadcast by Ustream

One thought on “Pál 4:39.15 og stórt føroyskt met í 400 blandað”

Ger viðmerking