Føroyar millum bestu svimjitjóðir í heiminum

Tað er torført at skilja, hvussu góð úrslitini hjá Páli Joensen eru fyri Føroyar sum svimjitjóð. HM bronsuheiðursmerkið hann vann sunnudagin í Istanbul legði Føroyar á einum deildum 23. plássi saman við Kekkia og Trinidad & Tobago. Gott nokk liggja vit aftast millum londini sum vunnu heiðursmerkir, men aftanfyri okkum liggja 137 tjóðir, ið einki vunnu. Har í millum sterkar svimjitjóðir sum Svøriki, Holland, Kanada, Eysturríki, Serbia og Tunesia, ið vanliga kappast um heiðursmerkir.

Føroyar millum tey 25 bestu av 162 luttakandi londini.

Søguliga er tað ein stórur munur á at vinna og at tapa. Vinnarnir verða standandi á einum ekslusiva lista. Taparnir verða ikki nevndir. Listin frá HM í Istanbul 2012 sær soleiðis út:

# Tjóð Gull Silvur Bronsa í alt
1 USA 11 8 8 27
2 Kina 3 5 3 11
3 Ungarn 3 4 3 10
4 Danmark 3 2 5 10
5 Russland 2 3 4 9
6 Italia 2 2 0 4
7 Týskland 2 1 1 4
7 Japan 2 1 1 4
9 Litava 2 1 0 3
10 Avstralia 1 5 3 9
11 Stórabretland 1 2 3 6
12 Suðurafrika 1 1 0 2
13 Spania 1 0 2 3
14 Brazil 1 0 1 2
15 New Zealand 1 0 1 2
15 Pólland 1 0 1 2
17 Hvítarussland 1 0 0 2
17 Noreg 1 0 0 2
17 Ukreina 1 0 0 2
20 Jamaica 0 2 0 2
20 Slovenia 0 2 0 2
22 Frankaríki 0 1 1 2
23 Føroyar 0 0 1 1
23 Kekkia 0 0 1 1
23 Trinidad & Tobago 0 0 1 1

Men tað, sum veruliga er torført at skilja, er hvussu lítlar Føroyar eru í fólkatali og stødd (vit eru ikki á kortinum omanfyri) í mun til hini londini. Pál Joensen og Birita Debes umboðaði Føroyar – ein svimjitjóð við umleið 48.000 íbúgvum – í einari HM kapping við 162 londum, har 958 svimjarar umboðaðu 6.5 mia fólk. Bert fýra tjóðir í HM kappingini, Gibraltar, Liechtenstein, Cook Islands og Palau, eru smærri enn Føroyar. Um vit samanbera Føroyar og fólkaríkasta landi, Kina, so skuldi Kina vunnið 23.000 heiðursmerkir ella øll heiðursmerkini tey næstu 200 árini (hvis kappingin var á hvørjum ári), um tey skuldu vunnið líka so nógv sum vit – lutfalsliga í mun til fólkatalið.

Støddin á fløggunum á myndini eru eftir fólkatali. Arealið á myndini (alt tað bláa) umboðar 6.5 mia fólk. Trýst á myndini fyri at síggja hana í HD góðsku.

Ger viðmerking