Birita og Pál til HM í Istanbul at kappast

Nú mikudagin 12. desember byrjar HM á stuttgeil, í Istanbul í Turkalandi. Føroyska luttøkan verður Birita Debes úr Ægir og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag; Birita í 50 og 100 rygg og 50 og 100 frí, og Pál í 400 og 1500 frí. Ferðalagið úr Føroyum fer (vónandi) við Atlantic nú í dag, men fyribils eru vit útsett vegna kavarok í Kastrup. Við Biritu og Páli eru Petur Heðin á Fløtti, venjari, Súsanna Debes, ferðaleiðari og undirritaði Rókur í Jákupsstovu, ferðaleiðari.

atlantic-utsett

2 thoughts on “Birita og Pál til HM í Istanbul at kappast”

    1. Føroyska ferðaliðið fór úr Vágunum kl 21.30 seinkaði 5 1/2 tíma. Tey skulla eftir ætlan víðari til Istanbul í morgin.

Ger viðmerking