Nú leita danir eftir NTC-venjara

Danska Svimjisambandið leitar nú eftir nýggjum høvuðsvenjara til ‘det Nationale Trænings Center’ í Bellahøj, at koma í staðin fyri Paulus Wildeboer ið sum kunnugt gevst síðst í januar mánaða. Hetta er samstundis ein staðfesting av at danir halda fast við tvíbýtingina av tí landsliðsvenjarastarvi sum Paulus røkti til og við OL í London, soleiðis at tað framyvir verður ein landsliðsvenjari sum tekur sær av kravtíðum, samskipan millum NTC og feløg og líknandi, umframt hesin NTC-venjarin sum fær ábyrgd fyri dagligu venjingina hjá teimum av teimum bestu ið velja at venja har. Umsóknarfreistin er 1. januar 2013, og byrjast kann so annars ‘so skjótt sum gjørligt’.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.