Pál 14:57.21 og nr 9 í 1500 frí á EM í Chartres 2012

Pál Joensen svam fyri løtu síðani 1500 frí á EvropaMeistarastevnuni í Chartres í Fraklandi, og gjørdist har nummar 7 í finaluni og nummar 9 samanlagt, við tíðini 14:57.21. Ungi italiumaðurin Gregorio Paltrinieri vann gull við óføru tíðini 14:27.78, ukrainin Sergiy Frolov silvur við 14:30.87 og fraklendingurin Anthony Pannier bronsu við 14:41.97.

DSC00787

(Myndin er frá World Cup í Berlin 2012)

Pál lá tíverri illa fyri í mun til teir sum endaðu við at vinna, á geil 3 meðan Paltrinieri var yvir á geil 7. Paltrinieri koyrdi á beinanvegin, við øgiligari ferð so at einans Pannier og Frolov hingu nøkulunda í, meðan Pál mátti klára seg sjálvan, við forsvarandi evropameistaranum Sawrymowicz og einum øðrum fraklendingi Joly á sleip.

Rættiliga skjótt sást at hetta nokk bleiv gongdin, at hasir tríggir fremstu Paltrinieri, Pannier og Frolov nokk fóru at vinna, um ikki teir høvdu yvirvurderað sína styrki. Pál fekk ikki ryst Sawrymowicz og Pannier av sær, og aftaná einar 800 metrar legði póllendingurin so á, við ferð so at Pál beinanvegin misti sambandið við hann.

Joly kom eisini framum eina løtu, meðan Pál var í beinleiðis kreppu, teir báðir tó við spakuligastu splitt-tíðum av øllum, so at kappingin teirra millum bleiv um síðsta og næstsíðsta pláss í finaluriðlinum. Tað endaði so tíbetur við at Pál átti munin á Joly, báðir spakuligari enn teir báðir skjótastu í morgunriðlunum, so at støðan at enda varð at Pál varð nummar 9 við 14:57.21, og Damien Joly nummar 10 við 14:57.74.

Um kappingina kann annars sigast, at hon mest er fyrireiking hjá Páli til komandi kappingar, á sama hátt sum World Cup stevnurnar herfyri. Hetta hálvárið er mesta fokus á HeimsMeistarastevnuna í Istanbul, sum verður í næsta mánaða, og vit skilja at tey í Danmark tí eisini eru í rættiliga tungari venjing enn, áðrenn niðurtrappingina til HM. Og sum vit hava hoyrt í 3-2, so er Pál hartil í gongd við at broyta okkurt í teknikkinum, sum ávirkar ferðina beint nú, men sum vónandi fer at geva meira seinni.

úrslitalistan her

2 thoughts on “Pál 14:57.21 og nr 9 í 1500 frí á EM í Chartres 2012”


Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.