Gongur framúr hjá dønum á EM í Chartres

Donsku dámurnar vunnu sær 3 gullmerki og 1 silvur afturat á EvropeMeistarstevnuni í Chartres í gjár, afturat gullinum í 4×50 frí fyrradagin. Lotte Friis vann 800 frí á millum annað World Cup vinnaran Katinka Hosszu, við tíðini 8:10.24 sum hon sjálv er væl nøgd við, tí tað er minni enn 3 sekund spakuligari enn teir 8:07.53 sum hon vann við á EM í Stettin í fjør, hóast hon tá var niðurtrappað og nú er í tungari venjing. Rike Møller Pedersen vann yvirbevísandi 200 bringu við 2:17.26, og Jeanette Ottesen 50 firvald við 25.21, umframt at vinna silvur í 100 frí við 53.13.



Har vóru eisini fleiri av teimum yngru sum kláraðu í finalur og hálvfinalur, og í morgun helt stimin áfram, tá ið til dømis 93-arin Viktor Bromer svam seg í finalu í 200 firvald við næstbestu tíð av øllum, 1:53.99 og nýtt danskt met á stuttgeil. Tíðin hjá Viktor var eisini undir kravtíðina til HM í Istanbul í næsta mánaða, ið tó ikki er galdandi tí at donsku reglurnar krevja at tíðin skal klárast í finalu.

Danir hava eisini Rikke Møller Pedersen í hálvfinalu við bestu tíð av øllum í 100 bringu, Lotte Friis í finalu í 400 frí, Daniel Skaaning í hálvfinalu í 100 blandað, eitt lið við í finaluni í 4×50 blandað mix, umframt Jeanette Ottesen og Katrine Holm Sørensen víðari í hálvfinalu í 100 firvald. Alt kappingar sum verða avgreiddar seinnapartin, tá ið eisini Pál Joensen skal royna seg í skjótasta riðli í 1500 frí. Skjótasti svimjari svam 14.53.14 í morgun, so har var einki sjokk frá spakuligaru riðlunum sum í fjør, tá ið Sawrymowicz um morgunin svam 14:29.81, ið endaði við at gerast vinnaratíðin.

Danir eru nú triðovast í kappingini um at vinna flest heiðursmerki, aftanfyri Frakland og Ungarn. Soleiðis sum stimin er nú, kunnu tey væl enda hægri enn tað 🙂

Ger viðmerking