Pál 3:47.94 og nr 21 í 400 frí á EM í Chartres

Pál Joensen hevur í morgun roynt seg í 400 metra frísvimjing, á EvropaMeistarastevnuni á stuttgeil í Chartres í Fraklandi. Men tað bleiv so ikki til nakað finalupláss, tíðin 3:47.94 rakk til eitt 21. pláss millum teir 37 luttakandi, sum ikki telur serliga nógv uttan tá ið samanborið verður við hinar sum fara at svimja 1500 frí finalu, leygardagin. Okkurt kundi nevniliga bent á at fleiri av teimum brúktu 400 til at fyrireika ferðina til 1500, meðan aðrir av álvara valdu at kappast í 400 eisini …

  • #1 Gabriele Detti (ITA) 3:43.03
  • #4 Sergiy Frolov (UKR) 3:43.85
  • #8 Gregorio Paltrinieri (ITA) 3:45.17
  • #11 Anthony Pannier (FRA) 3:45.71
  • #15 Patrik Rakos (HUN) 3:46.23
  • #21 Pál Joensen (FAR) 3.47.94
  • #29 Damien Joly (FRA) 3:50.04
  • #30 Mateusz Sawrymowicz (POL) 3:50.21

úrslitalistan frá 400 her og startlistan til 1500 her

2 thoughts on “Pál 3:47.94 og nr 21 í 400 frí á EM í Chartres”

  1. Eg havi sett y-ásina til 25-30 sekund í øllum riðlum fyri at samanbera riðlarnar. Tað merkir, at serliga “spakuligar” splitttíðir í riðli 2 og 1 síggjast ikki á grafunum, men kunna finnast her. Surgeloose úr Belgia legði harðast út av øllum (25.32), meðan Sergiy Frolov úr Ukreina hevði skjótasta endaspurt (26.9). Danin Anders Lie hevði næstskjótasta endaspurt (27.2). Man kann mistonkja evropameistaran á 1500, Mateusz Sawrymowicz, at svimja ‘pace’ til 1500 leygardagin so spakuliga hann legði út. Pál lá væl fyri aftaná 200 metrar, splittaði 1:51.08 við 5. bestu tíð samanlagt aftanfyri Surgeloose (BEL), Detti (ITA), Scheruebl (AUT) og Lobuzov (RUS), og lá enn á 5. plássi aftaná 250 m, men fór síðani niður í ferð.




  2. Tað sær út til at Sawrymowicz brúkti 400 frí í Szczecin 2011 sum ‘pace’ venjing til hansara gull tíð á 1500 frí. Tá svam hann 400 frí við tíðini 3:49.59, meðan 1500 frí vann hann við 14:29.81. Í gjár var tíðin hjá honum í 400 frí 3:50.21, men splitttíðirnar vóru eitt sindur meira svingandi enn í Szczecin og næstan eingin endaspurtur var í honum. Møguliga er hann ikki líka so sterkur sum í fjør? Her eru splitttíðirnar hjá honum í 400 og 1500 frí í Szczecin 2011, Stockholm 2012, Berlin 2012 og 400 frí í Chartres í gjár.

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.