So er tað EM á stuttgeil 2012, við Páli í 1500 frí finalu

Pál Joensen fer í morgin árini at luttaka í 400 metra frísvimjing, á EvropaMeistarastevnuni 2012 í franska býnum Chartres, nær París. Offisielli startlistin er nú klárur; Pál hevur enn bestu tilmeldingartíð 3:41.05 frá EM í Stettin í fjør, og liggur tí á bestu geil í fimta og síðsta riðli , har flestu eygu tó óivað eru á Yannick Agnel í triðja riðli, sum á fronsku meistarastevnuni síðsta hósdag setti nýtt heimsmet, 3:32.25.



Innleiðandi riðlarnir byrja kl 9:00 franska tíð, sum er kl 08:00 her í Føroyum, sí skrá á len.eu. Klárar Pál í finaluna, so er hon longu seinnapartin í morgin, har finalurnar byrja kl 16:30 lokala tíð (15:30 í Føroyum). 400 frí finalan er triðja kapping, eftir hálvfinalurnar í 50 frí hjá monnum og 50 bringu hjá kvinnum, so tað man ikki vera nógv meira enn ein hálvur tími, til teir svimja 400.

Leygardagin kl 14:30 føroyska tíð er tað so skjótasti riðil í 1500 metra frísvimjing, har Pál liggur á geil 3, við forsvarandi evropameistaranum Mateusz Sawrymowicz úr Póllandi undir liðini. Alt annað líka tann kapping sum burdi ligið best fyri hjá Páli, við besta møguleika fyri at sleppa at síggja hann í sjónvarpinum, um altso tað onkunsvegna verður gjørligt at síggja finalurnar á netinum. Eurosport sendir frá EM í svimjing, tó eftir øllum at døma bara 1 tíma leygardagin.

Og sunnumorgun fer Pál so at royna seg í 200 frí, vælsagtans mest ’til stuttleikar’, har á geil 8 í riðli 6 av 8.

Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á OmegaTiming.com, har allir startlistar nú eisini síggjast, umframt úrslitini so hvørt sum kappast verður. Á stevnusíðuni www.chartres2012.com hava tey eitt áhugavert leinki undir Photo/vidéo sum tey kalla Pendant après, sum er bara ein tóma síða nú, men sum merkir okkurt a la ‘í meðan og aftaná’. Tað kundi verið ‘live stream’, ella í øllum førum myndir so hvørt 🙂

One thought on “So er tað EM á stuttgeil 2012, við Páli í 1500 frí finalu”

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.