Føroyingar gera vart við seg á evropeiska styrkislistanum

Swimrankings.net er ein rættiliga væl eftirfarandi styrkismeting av evropeiskum svimjarum, við tað at evropeiska svimjisambandið LEN einans góðtekur úrslit úr hesum dátugrunni, tá ið tilmeldingartíðir skulu finnast til EM og EJM og líknandi. Evropeisku topp 10 og topp 100 styrkismetingarlistarnir fyri hetta svimjiárið vórðu dagførdir í dag, og føroyingar liggja bara heilt væl fyri.

Óli og Alvi á NMU 2012

(Óli og Alvi á NMU 2012)

Í opna klassanum er tað sjálvsagt Pál sum er best plaseraður, við bestu tíð 7:50.87 í 800 frí frá Tokyo hin 7. november, bestu tíð 14:44.83 í 1500 frí frá somu kapping, og plasering sum nummar 14 av øllum monnum um hugt verður at FINA stigum (altso samanbering upp á tvørs av svimjigreinum, við at meta upp ímóti heimsstøðinum í viðkomandi greinum). Hann sníkir seg eisini upp á eitt 12. pláss í 400 frí, við 3:47.30 frá World Cup í Berlin, og eitt 39. pláss í 200 frí frá somu stevnu.

Hjá kvinnum er Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag á einum 94. plássi í 50 frí, og Birita Debes úr Ægir á einum 59. plássi í 50 rygg. Altso í opna klassanum, har styrkismett verður í mun til evropeiskar stjørnur sum Therese Alshammar og Katinka Hosszu, uttan mun til aldur.

nmu2012-genturnar

Á listanum yvir kvinnuligar juniorar er Guðrun á einum 12. plássi, Victoria W. Eysturdal úr Ægir á einum 49. plássi í 200 frí, Victoria á einum 59. plássi eisini í 400 frí, og Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag á einum 7. plássi í 50 firvald. Tað er væl óneyðugt at nevna, at tá ið t.d. Kristina Elin er so væl styrkismett í øllum Evropa, so sær tað enn betri út í ‘bara’ Norðurlondum. Har er hon nevniliga klárt nummar eitt 🙂

Og so eru tað teir ungu garparnir, menn 17-18 ár, har er Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag nr 37 í 200 frí, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag nr 29 í 400 frí, Alvi Hjelm úr Ægir nr 39 í 400 frí, Eyðbjørn nr 97 í 400 frí, Óli nr 17 í 800 frí, Alvi nr 27 í 800 frí, Óli nr 11 í 1500 frí, Alvi nr 17 í 1500 frí, og Óli nr 26 í 400 blandað. Hóttanirnar á komandi NJM í Finnlandi í desember eru ein danskur Westermann, ein Andersen, norski Henrik Christiansen og ein svenskur Paulsson í 200 frí, Christiansen og Paulsson í 400 frí, Christiansen í 800 frí og Christiansen í 1500 frí. Og her skulu vit líka minnast til, at hesin Christiansen og okkara 96-arar eru tann yngri árgangurin í hesum klassanum, 17 til 18 ár, har hvørt ár vanliga ger stóran mun 🙂

Alt í alt flott av okkara ungu føroyingum, at plasera okkum so títt og støðugt millum tey 100 bestu í Evropa.

Ger viðmerking