Henrik Christiansen 7:58.85 og norskt juniormet í 800 frí

Norski Henrik Christiansen er so avgjørt størsta hóttanin hjá okkara ungu knassum, tá ið Norðurlendska JuniorMeistarastevnan verður í Vaasa í Finnlandi í desember. Hann er bara árgang 1996 sum Óli, Alvi, Eyðbjørn og Markus, men setti tó norskt juniormet í 800 metra frísvimjing á NM/UM kortbane junior 2012 í Stavanger um vikuskiftið, tá ið hann vann kappingina við tíðini 7.58.85 har besta tíð hjá okkara ungu er Óli við 8:13.42 frá NMU í summar. Í 1500 metra frísvimjing svam Henrik teinin uppá 15:17.51, har Óli herfyri svam 15:35.23, og í 400 frí svam hann 3:55.14, har Óli klárar 3:58.88. Sí úrslitalistan her á medley.no og Norges Svømmeforbund á YouTube.

Ger viðmerking