Glæsner kann eisini

Mads Glæsner svam í gjár eina óføra tíð á U.S. Grand Prix stevnuni í Minneapolis, tá ið hann í 1650 yard frí ‘nearly lapped the field’ við tíðini 14:48.53, sum umroknað til metrar á stuttgeil er nakað tað sama sum 14:37.13 í 1500 metra frí. Her kann kanska viðmerkjast, at Mads tykist sterkari, tess meira hann kann venda og minni hann skal svimja; men tó so ógvuliga flott klárað av dananum.

Her vinnur Mads 500 yards frí kappingina á Grand Prix stevnuni

Ger viðmerking