Pál tvær ferðir nr 19 á World Cup í Tokyo

Tað gekst ikki so væl hjá Páli Joensen í Tokyo í nátt; fyrst gjørdist hann nr 19 í 400 blandað við tíðini 4:22.92, har føroyska metið hjá honum er 4:18.97 frá HS-stevnu í vár, og síðani gjørdist hann nr 19 eisini í 400 frí, við tíðini 3:51.67 har hann á World Cup stevnuni í Berlin herfyri svam 3:50.34 í innleiðandi og síðani 3:47.30 í finaluni. Skulu vit gita hvat sum gekk galið í 400 frí (sum vælsagtans var tann meira týðandi greinin), so hevur 400 blandað kanska merkt hann eitt sindur, umframt at støðið í Tokyo var hægri: Í Tokyo skuldi tú svimja 3:48.18 fyri at sleppa í finaluna, meðan 3:50.34 var nokk í í Berlin.

Í morgin (tvs. í nátt) skal hann royna seg í finaluni í 1500 metra frísvimjing, umframt í innleiðandi 200 frí.

DSC00816

Orsaka annars at finalurnar longu eru svomnar, hóast eg í gjár skrivaði at tær byrjaðu klokkan 09:15. Tíðarætlanin hjá FINA sigur at tær byrja klokkan 09:15 (GMT) … tað burdi verið sama tíð í Føroyum, nú um veturin, men okkurt er so svipsað har.

Og orsaka at eg fyrr í morgun skrivaði at hann hevði sett føroyskt met, har er koks í metlistanum hjá okkum.

4 thoughts on “Pál tvær ferðir nr 19 á World Cup í Tokyo”

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.