ÍSF um Oyggjaleikir á Bermuda 2013

Kringvarp Føroya prátar her við umboð frá Ítróttarsambandi Føroya, um Oyggjaleikir á Bermuda 2013, á tíðindafundi 22. oktober 2012 kl 09:30.

Í innganginum verður sagt at svimjingin ikki er við tí at EM er um sama mundi – tað er ikki rætt, sum umrøtt í 3.2 hin 5. mars 2012 er orsøkin fyrst og fremst tann avbera høgi kostnaðurin, og harnæst at EJM og HM eru stutt aftaná (ikki at EM er samstundis).

One thought on “ÍSF um Oyggjaleikir á Bermuda 2013”

  1. Huff, onkuntíð eitt sindur møtismikið at sjálvt ÍSF-umboð lata eygu og oyru aftur fyri heldur at billa sær okkurt inn – Tað er ikki tí at eg vil vera eftir frælsa ítróttinum; men hann hevur ikki vunnið nakað gullheiðursmerki seinastu 3 oyggjaleikir, meðan svimjingin hevur vunnið 51 og bogaskjótingin 18. So at siga at tey ‘eisini klára seg væl’ …

    Her eru nøkur hagtøl:
    http://www.svimjing.com/2012/03/06/blog/bartal/svimjing-avgerandi-fyri-godum-urslitum-a-oyggjaleikum

Ger viðmerking