Danski staturin umhugsar at løna úrvalsíðkarum

Donsku socialdemokratarnir lata nú upp fyri at úrvalsíðkarar kunnu setast í almenn størv í løgregluni, verjuni ella heilsuverkinum, til at umganga at ítróttarstjørnur sum t.d. Lotte Friis og Jeanette Ottesen gevast ov tíðliga, tí at tað ikki lønar seg at vera ítróttarfólk. Hetta eftir at nýggju sports-sjefurin hjá danska svimjisambandinum nú í gjár sóknaðist eftir eini skipan við ‘stats-proffesionellum’, sum til dømis í Týsklandi har eini 1000 av landsins bestu svimjarum, skískjúttum og øðrum ítróttarstjørnum eru í starvi hjá statinum. Andstøðuflokkurin Konservative tekur undir við tankanum, les Sporten.dk:

– Jeg mener, at Danmark har kolossal socialt, uddannelsesmæssigt og profilmæssigt gavn af at være med i forreste række i medaljekampen. Og i den forbindelse kan vi gøre det bedre i forhold til bedre økonomi til eliteidrætten, mener Brian Mikkelsen (K).

DSC06429

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.